VÆLVERA Dermaroller Akni arr
Akni arr
Dermaroller til akni arr:
Online booking
Hvat ger viðgerðin?
Hetta er ein slóðbrótandi húðyngjandi viðgerð, ið fær kyknurnar í húðini at framleiða collagen. Húðin framleiðir eisini collagen, tá tú fært smærri skaðar, og húðin lekir seg sjálva. Viðgerðin fer soleiðis fram, at mikroskopisk hol verða prikað í húðina við eini lítlari rullu. Húðin heldur, at ein lítil skaði er hendur, og fer beinanvegin at framleiða lekjandi collagen. Samstundis framleiðir húðin vakstrarhormon, sum seta ferð á endurnýggingina.
Samanbera vit við vanliga lasaraviðgerð, sum kann skaða húðina og geva arr, so skaðar dermaroller als ikki húðina, og ongi kemikaliu verða nýtt í sambandi við viðgerðina.
Viðgerð og úrslit
Viðgerðin tekur bara um hálvan tíma. Legg ein hálvan tíma aftrat, so doyvikremið fær tíð at virka. Viðgerðin er at kalla pínuleys og krevur ikki, at tú verður heima orsakað av viðgerðini – tú kanst fara til arbeiðis sama dag ella dagin eftir. Húðin kann gerast nakað ljósareyð ein dag ella tveir, eins og tá tú gerst sólbrend. Stutt eftir sæst úrslitið og ein áhaldandi betring kann fara fram heilt upp til 10 vikur eftir viðgerðina.
Tann stóra collagenframleiðslan ger, at húðin verður tjúkkari og meira elastisk. Harvið minka tær smáu rukkurnar og linjurnar, eins og viðgerðin hjálpir sera væl fyri arr.
Viðgerðin verður givin av læknum og øðrum heilsustarvsfólki í mongum londum. Dermaroller® er patenterað, FDA góðkend, kliniskt roynd og nógv umrødd í kendum vísindaligum læknatíðarritum í Evropa.
Ergo Vælvera bjóðar bæði ta professionellu og ta vanligu Dermaroller viðgerðina, ið verður veitt av kosmetologi. Munurin er, at í kosmetisku Dermaroller® viðgerðini verða rullur við einans 0,2 mm nálum brúktar. Tann professionella viðgerðin brúkar rullur við nálum upp í 1,5 mm. Tann professionella Dermarollerviðgerðin verður bert veitt av læknum og øðrum heilsufakbólkum, við serligari góðkenning frá Dermaroller.
Vit umboða og selja eisini heimasett , so tú heima kanst rulla teg til eina yngri og frískari húð. Heimasettið inniheldur rullu, sólkrem, serum og reins. Ring og hoyr meira ella bílegg tíð á 515 777.
Prísur:
Professionella Dermarollerviðgerðin kostar kr. 6.000,- fyrstu ferð. Tá er íroknað ein medisinsk Dermaroller viðgerð og Dermaroller Home Care við øllum tilhoyri. Við at rulla heima afturat tí medisinsku Dermaroller, fæst besta úrslit.
Til ber at byrja við medisinskari viðgerð fyri kr. 3.500,- fyrstu ferð, og síðan keypa Home Care fyri 2.695,- seinni. Ring og hoyr meira á 515 777.
Hareftir kostar hvør viðgerð kr. 3.000,-
Myndin niðanfyri vísur úrslit hjá Ergo Vælveru, aftaná eina professionella Dermaroller.


Sí video:
http://www.youtube.com/watch?v=3GEIz3oiZ58
Ring og hoyr nærri á tel: 515 777
Online booking
|