FORSÍDA    E-HANDIL  VÆLVERA  ERGOTERAPI  SAMSKIFTI  TÍÐINDI  TEMAVIKUR 2017  Beauty konto  ONLINE BOOKING

  Aftur
ergo.fo

Teldupostur:
Navn:

VÆLVERA  Hártøka  Hártøka laser  
Hártøka laser

 

Hártøka við lasara:

Online booking:

Beinta Lassen, laserterapeutur, arbeiðir við Aurora lasara frá ELOS hjá Ergo Vælveru.

Hártøkan er varandi. Kom inn til okkara og fá eina kostnaðarmeting. Hártøkan er bæði til kvinnur og menn. Hártøkan kann brúkast til størri umráði, sum heilan rygg, ella til smærri øki sum t.d. yvirvørrina ella brýrnar.

Fyri mong, bæði kvinnur og menn, er óynsktur hárvøkstur ein trupulleiki, ið nógv tíð og orka fer til. Tú hevur óivað tikið hár burtur á fleiri ymsar hættir, men tey koma altíð aftur.
Vit gera hártøku av øllum hári - eisini ljósum, gráum og reyðum. Vit bjóða kundum okkara eina sera góða viðgerð til varandi hártøku við Aurora lasara frá ELOS.
Við Elos lasaratøkniviðgerð tørvar tær aldri aftur at hugsa um hár, ið grógva aftur.
Við at geva húðini eitt intensivt pulserandi ljós (IPL) og radiofrekvens (RF) samstundis, verður proteinið í hárkykninum og hársekkinum niðurbrotið. Orsakað av hitanum oyðilegst hárið og veksur ikki aftur.

Viðgerðartíð:
Viðgerðatíðin er ymisk, alt eftir, hvørji støð verða viðgjørd. At taka hár burtur undir arminum tekur bara umleið fimm minuttir, bæði bein kunnu taka upp til 90 minuttir. Áðrenn tú kemur til hártøku, skalt tú varliga raka hárini av, somuleiðis skal húðin vera væl røkt, so hon ikki manglar fukt. Brúkar tú rakiblað, so brúka skúm, fyri at skána húðina. Tað er umráðandi at tú nýliga ikki hevur sólað tær ella brúkt sjálvbrúnara á umráðnum tú ynskir viðgjørt.

Hvussu ofta:
Hártøkan skal endurtakast við 4 - 8 vikum ímillum, alt eftir hvar á kroppinum hártøkan verður gjørd. Tey flestu fáa 6 - 8 viðgerðir, men ofta sæst úrslit longu aftaná fyrstu viðgerð.
Ljós, grá og reyð hár skulu viðgerast eitt sindur oftari. Hárini verða frástoytt aftaná 2 - 4 vikur.

Er tað pínufult:
Tey flestu merkja onki, onnur føla eitt heitt prik, sum varar eitt lítið sekund.

Tilboð:
Armholur og bikini kr. 1.500 fyri hvørja viðgerð.
Brasil og armholur kr. 2.000,- fyri hvørja viðgerð.

Prísur:
Yvirvørr kr. 600,-
Høka kr. 700,-
Yvirvørr og høka kr. 1.200,-
Brýr kr. 700,-
Kjálkar kr.1.100,-
Hálsur kr. 800,-
Høka og hálsur kr.1.200,-
Fullskegg kr. 1.400,-
Armholur kr. 900,-
Armur kr. 2.100,-
Hendur kr. 1.100,-
Bikini kr. 900,-
Tanga kr. 1.100,-
Brazil kr. 1.500,- (1.800,- um tað er við rumpu).
Armholur og bikini linja kr. 1.500,-
Bikinilinja og lør kr. 3.600,-
Lør úr kr. 3.100,-
Bein undir knæi kr. 2.500,-
Bein og bikini kr. 4.900,-
Føtur kr. 1.100,-
Búkur úr kr. 1.300,-
Bringa úr kr. 1.300,-
Búkur og bringa úr kr. 2.100,-
Ryggur og akslar úr kr. 3.600,-
Ryggur úr kr. 2.600,-
Tú ert vælkomin inn at fáa eitt óbindandi tilboð.

Møguleiki er eisini fyri hártøku við voks.
Onkuntíð kann tað verða ein fyrimunur, at blanda laser og ultraljóð.
 
Bílegg tíð: ring 515 777 / 315 777 ella booka online á ergo.fo

Sí video:



Bílegg tíð á 515 777 ella ergo@ergo.fo

Online booking:

ergo.fo • J. C. Svabosgøta 6 • FO-100 Tórshavn • Tel: 315 777 • Fax: 315 772 • ergo@ergo.fo • V-tal: 513458

Gjaldast kann við: