FORSÍDA    E-HANDIL  VÆLVERA  ERGOTERAPI  SAMSKIFTI  TÍÐINDI  TEMAVIKUR 2017  Beauty konto  ONLINE BOOKING

  Aftur
ergo.fo

Teldupostur:
Navn:

VÆLVERA  Slankandi viðgerðir  CoolSculpting   
CoolSculpting


Fryst feittið burtur við 'CoolSculpting' til kvinnur og menn!

Online Booking

Ergo Vælvera kann enn einaferð samanbera seg við heimselituna. Vit bjóða nú ta nýggjastu nýggju feittminkandi viðgerðina, ið kallast 'CoolSculpting' ella feitt-frysting. Eisini slonk fólk og fólk, ið ikki viga for nógv kunnu hava trupulleikar við feittdepotum.

Tey mest umstríddu umráðini á kvinnukroppum eru: ”dansihondtøk”, búkur, lør, armar, knø og 'BH-dellur'. Hjá monnum er búkur, síðudellur og mannfólkabringa oftast trupulleikin. Hesi feittdepot eru sum oftast hormonelt ella genetiskt treytaði, og eru sera ring at fáa burtur við klænkikurum og venjing. Men nú hevur tað treiska feittið fingið sín yvirmann!

Feitt-frysting er ikki ein klænkikurur, men ein máti at taka tey ”treisku” feittdepotini burtur. Ergo Vælvera bjóðar nú sum tey fyrstu í Føroyum, at frysta títt feitt burtur við tí nýggjastu nýggju viðgerðini. 'CoolSculpting' er góðkent av FDA, hevur stórtsæð eingi hjáárin og verður veitt á fleiri sjúkrahúsum og viðgerðastovum.


Persónlig vegleiðing hjá okkara serkønu starvsfólkum tryggjar tær loysnina, ið passar júst til tín!


Feittminking uttan kirurgi

'CoolSculpting' er nýggjasta tøkni innan feittminking uttan kirurgi. Viðgerðin tekur bert ein tíma fyri hvørt umráði, hon er pínufrí, krevur onga doyving og ongan knív. Tú kanst fara beint til arbeiðis aftaná viðgerðina. Meðan tú fært viðgerð, kanst tú lesa, hvíla ella arbeiða við teldu. Í meðal minkar feittið umleið 20-30% fyri hvørja viðgerð.

Hevur tú dansihondtøk ella búk, ið hvørki fara burtur við klænkikurum ella málrættari venjing, kann 'CoolSculpting' hjálpa tær.

Við at niðurkøla feittvevnaðan, niðurbrótast sjálvar feittkyknurnar. Úrslitið kemur so líðandi gjøgnum fleiri vikur, og endaliga úrslitið sæst 2-3 mánaðir aftaná. Húð, vøddar, blóðkør og nervar verða ikki niðurbrotin.

Hevur tú áhuga í viðgerðini, kanst tú ringja 515 777 ella booka online á ergo.fo


Hvussu virkar tað?

Við niðurkøling verður feittið niðurbrotið permanent.

Eitt serligt hondtak á maskinuni sýgur seg fast á økið. Hondtakið er sum ein súgvikoppur og sýgur feittið inn millum tvær køluplátur. Orsakað niðurkøling gerast feittkyknurnar sárbarar og doyggja. Hvørki húð, vøddar, blóðkør ella nervar ávirkast av kuldanum. Viðgerðin tekur umleið ein tíma fyri hvørt umráði. Fleiri umráði kunnu viðgerðast sama dag.





Hvar blívur feittið av?

Beint aftaná viðgerðina skalt tú ikki vænta at síggja nakað serligt, úrslitið byrjar at síggjast aftaná nakrar vikur. Feitt-frystingin ger, at feittkyknurnar takast permanent burtur. Tær kunnu ikki endurnýggjast ella vaksa aftur. Tú hevur sostatt færri feittkyknur aftaná viðgerðina, enn tú hevði áðrenn.


Hvønn er 'CoolSculpting' til?

'CoolSculpting' er til kvinnur og menn í øllum aldri, og er best egnað til tey ið liggja innanfyri 20-30 kg av teirra idealvekt. Eisini til tey sum hava tapt seg og eru í ferð við at tapa seg.


Hvørji øki kann feitt-frysting brúkast til?

Stórtsæð allastaðni har tú hevur ” feitt-lummar”, ið tú kanst taka í; so sum BH dellur, dansihondtøk, búk, rygg, armar, innaralør, uttaralør, knø, kinnar, mannfólkabringa v.m.


Hvussu langa tíð tekur ein viðgerð?

Alt eftir hvussu stórt umráði tú ynskir viðgjørt, kann tað vera neyðugt við fleiri viðgerðum. Til dømis kunnu tvey hondtøk setast undir nalvan og tvey omanfyri nalvan: í alt 4 hondtøk.

Ynskir tú bert at taka feitt burtur t.d undir nalvanum, er nokk við tveimum hondtøkum, eitt á høgru og eitt á vinstru síðu.

Ynskir tú at taka feitt burtur undir nalvan, omanfyri nalvan og á síðudellirnar ella BH dellurnar, er neyðugt við fleiri hondtøkum.

Okkara maskina er av nýggjasta slag, og kann viðgerða við tveimum hondtøkum í senn. Hvør viðgerð tekur umleið ein tíma.


Sí niðanfyri hvørji úrslit tú kanst vænta tær!




Hví velja feitt-frysting framum feittsúgving?

Tað er ein persónlig og ikki medisinsk avgerð. Sera nógv fólk, hava feitt-samlingar, ið tey ynskja burtur, men bert ein lítil prosentpartur av hesum fólkum umhugsa skurðviðgerð.

Um tú ikki ynskir doyving, nálir, sjúkrameldan og arr, so er feitt-frysting heilt víst tað rætta til tín.


Er úrslitið permanent?

Ja! Og vanligt er, at feittið minkar umleið 20-30% aftaná fyrstu viðgerð. Tey flestu fáa eina viðgerð, men um nógv feitt er, kann vera neyðugt við 1-3 viðgerðum á sama umráði, við umleið 8 vikum ímillum - tó minst 4 vikur.


Eru hjáárin?

Nei, hjá teim flestu eru eingin, tey hjárini sum sjáldan eru, kunnu verða blá merkir, eymheit, og hevilsi, men hettar er ógvuliga sjálvsamt.


Hvat við húðini?

Húðin hevur evni at víðka og trekkja seg saman. Vanlig leys húð vil oftast trekkja seg fínt saman, men er húðin illa skrødd/leys og hongur sum eitt ”fyrriklæði” skalt tú ikki vænta, at hon trekkir seg saman.

Beint aftaná viðgerðina kann húðin vera kensluleys, men tað er ongin pína, og tú kanst fara beint aftur til arbeiðis, um tú ynskir tað.

Vit viðmæla at tú onki etur tveir tímar aftaná viðgerðina, og drekkur nógv vatn.

Besta úrslitið fæst við at massera umráðið í umleið 5 minuttir hvønn dag tær næstu 8-12 vikurnar.




Prísur:

Tvey hondtøk (t.d høgra og vinstra síðudella = 2 hondtøk kr. 5.000,-)

Fýra hondtøk (t.d 2 hondtøk á búkin og 2 hondtøk á síðudellir kr. 7.000,-)



Vit bjóða altíð ókeypis eftirlit 12 vikur aftaná feitt-frysting. Um tú tá, bíleggur tíð til eina viðgerð afturat á sama økið, lata vit 20% í avsláttri av tí viðgerðini.


Tilboð:

Ynskir tú fleiri økir, ella er økið stórt og krevur fleiri hondtøk geva vit eitt serligt tilboð. Um tú t.d keypir 2 hondtøk á kr. 5.000,- betalir tú einans kr. 2.000,- fyri hvørt eftirfylgjandi hondtak sama dag. 


Prísdømi A: 2 hondtøk á t.d búk kr. 5.000,-

Prísdømi B: 2 hondtøk á t.d búk + 2 eyka hondtøk á t.d síðu kr. 7.000,-

Prísdømi C: 2 hondtøk á t.d búk + 2 eyka hondtøk á síðu + 2 hondtøk á innaralør kr. 9.000,-


Ring 315 777 / 515 777 ella bílegg tíð online


Sí video:












Sí video um mannfólkabringur:





Ring 315 777 / 515 777

Online Booking

ergo.fo • J. C. Svabosgøta 6 • FO-100 Tórshavn • Tel: 315 777 • Fax: 315 772 • ergo@ergo.fo • V-tal: 513458

Gjaldast kann við: