FORSÍDA    E-HANDIL  VÆLVERA  ERGOTERAPI  SAMSKIFTI  TÍÐINDI  TEMAVIKUR 2017  Beauty konto  ONLINE BOOKING

  Aftur
ergo.fo

Teldupostur:
Navn:

VÆLVERA  Húðynging Serviðgerð  Dermaroller  
Dermaroller


Dermaroller® 

Online booking

Hetta er ein slóðbrótandi húðyngjandi viðgerð, ið fær kyknurnar í húðini at framleiða collagen. Húðin framleiðir eisini collagen, tá tú fært smærri skaðar, og húðin lekir seg sjálva. Viðgerðin fer soleiðis fram, at mikroskopisk hol verða prikað í húðina við eini lítlari rullu. Húðin heldur, at ein lítil skaði er hendur, og fer beinanvegin at framleiða lekjandi collagenið. Samstundis framleiðir húðin vakstrarhormon, sum seta ferð á endurnýggingina.

Samanbera vit við vanliga lasaraviðgerð, sum kann skaða húðina og geva arr, so skaðar dermaroller als ikki húðina, og ongi kemikaliu verða nýtt í sambandi við viðgerðina.

Dermaroller® 
Professionel viðgerð við Dermaroller® 
Collagen-Induction Therapy við Dermaroller® 

Professionella viðgerðin við Dermaroller® minkar arr, fínar linjur og rukkur, pigmentplettir og strekkmerki. 
Yngjandi prosessin heldur fram í einar 10 vikur eftir professionellu viðgerðina við Dermaroller®.
Samanbera vit við vanliga lasaraviðgerð, sum kann skaða húðina og geva arr, so skaðar dermaroller als ikki húðina, og ongi kemikaliu verða nýtt í sambandi við viðgerðina.
Viðgerðin tekur bara um hálvan tíma. Legg ein hálvan tíma aftrat, so doyvikremið fær tíð at virka. Viðgerðin er at kalla pínuleys og krevur ikki, at tú verður heima orsakað av viðgerðini – tú kanst fara til arbeiðis sama dag ella dagin eftir. Húðin kann gerast nakað ljósareyð ein dag ella tveir, eins og tá tú gerst sólbrend. Stutt eftir sæst úrslitið og ein betring kann fara fram heilt upp til 10 vikur eftir viðgerðina.
Tann stóra collagenframleiðslan ger, at húðin verður tjúkkari og meira elastisk. Harvið minka tær smáu rukkurnar og linjurnar, eins og viðgerðin hjálpir sera væl fyri arr av akne. (sí ergo.fo)

Collagen-Induction Therapy med Dermaroller® er serliga væl egnað til arr og arrvevna. Hevur tú akniarr ella brandskaðar, so arbeiða vit við einum nálastemplið beinleiðis inn í arrvevnaðin (Derma Stamp®). Viðgerð við Medical Dermaroller og Derma Stamp verður bara gjørd av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og fakfólki á serligum húðklinikkum. Viðmælt verður at fáa 3 – 5 viðgerðir og at hava 6 til 8 vikur í millum fyri at fáa besta úrslitið. 

Originali Dermaroller® er mentur í Týsklandi, er ISO-sertifiseraður, CE-merktur og patenteraður um allan heim.

DERMAROLLER
Dermaroller er vælegnaður til rukkur í andlitinum, á hálsinum, decolléte, arr, grovar porur, pigmentbrek, strekkmerki og sólskaða.

Við viðgerð við Genuine Dermaroller™ verða túsundtals mikrohol gjørd í húðina. Hvørt hol hevur ein diametur uppá 0,1 mm. Holini grøðast aftur beinanvegin, aloftast sama dag. 

Dermaroller-viðgerð skal IKKI gerast á persónar:

Sum hava húðinfektiónir

- Sum eru við barn

- Sum fáa ring arr (keloid)

- Sum hava ringa sukursjúku



Áðrenn viðgerðin byrjar verður húðin doyvd við einum kremi, sum skal liggja á í hálvan tíma. Sjálv viðgerðin tekur 20 til 30 minuttir.
Vinaliga kom til viðgerð UTTAN make-up!

Tað kunnu ganga einar seks vikur, áðrenn nøkur sjónlig úrslit síggjast. Enduruppbyggingin heldur fram í mánaðir. Viðgerðin gevur eina longrivarandi betring av viðgjørda økinum. At byrja við kann húðin síggja út sum hon er eitt sindur sólskoldað og kennast tjúkkari og strammari enn vanligt. Tað reyða fer burtur eftir fáum tímum og húðin er vanlig longu dagin eftir. Lat húðina fáa frið í minst 12 tímar. 
Brúka SPF 25 í tvær vikur eftir viðgerðina. 

Hvussu nógvar viðgerðir?
Vit viðmæla tríggjar viðgerðir við 6 til 8 vikum ímillum. Síðan verður hildið viðlíka við eini viðgerð um árið.
Tá akniarr og onnur arr verða viðgjørd, so kann verða neyðugt at økja talið á viðgerðum til fimm.
Tá tað reyða er farið úr húðini er týdningarmikið, at húðin verður røkt við antioxidantum og vitaminum. Spyr um góð ráð.

Dermaroller viðmælir at brúka eitt heimasett – sum vit eisini umboða - so tú heima kanst rulla teg til eina yngri og frískari húð. Heimasettið inniheldur rullu, sólkrem, serum og reins. Heimaviðgerðin kann gerast 2 til 3 ferðir um vikuna.
Ring og hoyr meira ella bílegg tíð á 515 777. 


Rulla teg til lekra og unga húð við HOME CARE Dermaroller® til heimabrúks!
Myndirnar niðanfyri, vísa úrslit við heimarulluni og serum


Við aldrinum gerst húðin tynnri og verður minni og minni endurnýggjað. HOME CARE Dermaroller® ger sjónligan mun.
Viðgerðin skal gerast lættliga uttan trýst. Lat rulluna gera arbeiðið. Rullan hevur 192 fínar nálir sum bara eru 0,2 mm langar, ið geva eina pínuleysa viðgerð. Eftir viðgerðina skal húðin smyrjast við Dermaroller LipoPeptide Collagen Booster® sum hjálpir húðini at framleiða collagen.
Reglulig nýtsla tekur burtur deyðar húðkyknur, økir endurbygging av kyknunum og blóðrenslið. Úrslitið er yngri, frískari og vakrari húð. Uttasta lagið á húðini gerst 30% tjúkkari og upptøkan av neyðugu evnunum í húðini kann 300-faldast.

HOME CARE Dermaroller® má ikki brúkast av fólki, sum hava akni ella eksem í útbroti, sár ella á annan hátt skadda húð. 

Originali Dermaroller® er mentur í Týsklandi, ISO-sertifiseraður, CE-merktur og patenteraður um allan heim. 


HOME CARE Dermaroller® - hetta er í pakkanum:
1. Dermaroller LipoPeptide Collagen Booster® 
2. Dermaroller Roller Cleaner® (rullureins)
3. Dermaroller hárband

Myndirnar niðanfyri vísa úrslit eftir professionella Dermarollerviðgerð:



Myndirnar omanfyri eru tiknar eftir tvær professionellar Dermarollerviðgerðir.


Sí video av viðgerðini her:
http://www.youtube.com/watch?v=cAkfuP9gETo 


Allar okkara viðgerðir eru til kvinnur og menn, ung sum gomul!
Bílegg tíð á tel 515 777 ella 
ergo@ergo.fo

Prísir:

Professionell Dermaroller fyrstu ferð við tilhoyrandi Home Care settið kr. 6.000,-
Uttan Home Care settið kr. 3.500,-
hareftir kr. 3.000,- fyri hvørja 

Online booking

ergo.fo • J. C. Svabosgøta 6 • FO-100 Tórshavn • Tel: 315 777 • Fax: 315 772 • ergo@ergo.fo • V-tal: 513458

Gjaldast kann við: