FORSÍDA    E-HANDIL  VÆLVERA  ERGOTERAPI  SAMSKIFTI  TÍÐINDI  TEMAVIKUR 2017  Beauty konto  ONLINE BOOKING

  Aftur
ergo.fo

Teldupostur:
Navn:

VÆLVERA  Andlitsviðgerðir  Permanent Make Up og Microblading  
Permanent Make Up og Microblading

Permanent Make Up og Microblading

Permanent make-up er við tíðini vorðið eitt nattúrligt val innan kosmetikkviðgerð. Permanent Make Up er í dag sera vælumtókt, tí við at menna ta nátúrligu utsjóndina kann einhvør kvinna fáa eina útsjónd, ið ber brá av góðari røkt.


Uttan mun til orsøkina er málið tað sama. Permanent make-up skal vera ein partur av tær sjálvum, ein nærum ósjónligur munur, sum kortini undirstrikar og mennir tey vøkru andlitsbrøgdini, sum longu eru har frammanundan.

Við Long-Time-Liner verður lagt vekt á at menna tína náttúrligu útstráling, og broyta tað, sum frá náttúrini ikki er heilt nøktandi. Hetta er tað, tey kalla "tað lítla eyka piffið", sum skal til, fyri at geva kvinnuni meira tryggleika og sjálvsálit. Og bara nátúrligir litir kunnu geva nátúrligt úrslit.

Hví velja Long-Time-Liner?

Long-Time-Liner gevur tínum brúm nýggjan kontur ella skap, vit gera skuggar ellar hárstrikur/3D, markerar vippulinjuna við einari tunnari striku, markerar varrarnar, og kann fáa munnin at síggja størri út.

Tann fakliga metingin, ið verður gjørd áðrenn viðgerðina, er sera umráðandi. Teir sera væl lærdu og serkønu ”linergistarnir” markera áðrenn viðgerðina við einum serligum penni.

Ikki fyrrenn úrslitið er sum tú vilt hava tað, byrjar veruliga viðgerðin, ið varar í umleið ein tíma.

Fyrimunir við Long-Time-Liner:

Long-Time-Liner-viðgerðin er næstan pínuleys
Long-Time-Liner skal ikki koma ístaðin fyri alt make-up, men gera tað, sum frá nattúrini ikki er nøktandi, perfekt (hygg at úrslitum niðast á síðuni)
Teir nátúrligu plantulitirnir verða passaðir til hvønn einstakan, og útgerðin, ið verður brúkt, er sera framkomin og sergjørd til Permanent Make Up.
Aftaná viðgerðina kanst tú gleðast um tína nátúrligu útsjónd.

Hvør kvinna velur Long-Time-Liner?


Nógvar kvinnur, íð ynskja sær eina perfekta útsjónd 24 tímar um døgnið, uttan at hava tíð ella hug at endurnýggja sítt make-up fleiri ferðir um dagin, velja konturmakeup. Long-Time-Liner er avbera vælegnað til kvinnur við ljósari húð, sum ikki hava so sjónligar brýr og varrar.

Við smáum broytingum kunnu varrarnar gerast avbera vakrar. Kvinnur, íð brúka brillur ella linsur, hava ofta trupult við at leggja make-up. Eisini hjá teimum, sum íðka ítrótt, er Long Time Liner besta loysnin, tí Permanent Make Up er permanent og rennur ikki. Harvið hevur tú eina fríska og vælrøkta útsjónd allan dagin, líkamikið um tú svimur, rennur úti í regni o.s.v.
Aftaná krabbaviðgerð kanst tú missa brýr og vippur, eisini her er Permanent Make Up ein góð loysn.

Hvussu?
Long-Time-Liner er ein sera væl ment skipan. Við einari mikrotunnari nál verður ein ovurviðkvæmiskannaður og ES-góðkendur plantulitur lagdur á uttasta lagið á húðini. Litirnir kunnu blandast, so teir passa akkurát til tín húðalit. Long-Time-Liner heldur umleið í trý til fimm ár, alt eftir húðtýpu.

Allir litir eru plantulitir við mineralevnum, upployst í alkoholi og destilleraðum vatni, og eru tí sera vælegnaðir til sarta húð. Litpigmentini verða koyd á uttasta húðlagið, millum 0,8 og 1,3 mm inn í húðina.

Úrslit
Tvær vikur eftir viðgerðina kann úrslitið metast. Um liturin er ov bleikur verður ein eftirviðgerð gjørd. Hetta er við í prísinum.
Er hettar nakað fyri teg, ert tú vælkomin at ringja, booka online á ergo.fo ella skriva til
ergo@ergo.fo

Tú kanst altíð fáa eina Ókeypis viðtalu.




Prísir
Varralinja við liti..................................................................5.000,-
Brýr...................................................................................4.800,-

Eyelinari einkultur 3.000,- undir og yvir...................................4.800,-


Eyka breidd eyeliner............................................................ +500,-
”Skjønheitsplettur”............................................................... 500,-

Nýggj viðgerð umfatar tvær viðgerðir innan 3 mánaðir.

Pakkaprísir

Um tú ynskir brýr, varrar og eyelinara so bið um serligt tilboð.

Uppfrískan.
Prísirnir eru fyri endurviðgerð upp til tvey ár eftir fyrstu viðgerð.
Eyeliner pr. viðgerð.....................................................1.500,-
Brýr pr. viðgerð..........................................................1.500,-
Varrar pr. viðgerð...................................................... 2.000,-
Efftir tveimum árum hækkar prísurin við pr ár................1.000,-

Upprískan frá øðrum viðgerðastovum.
Fylling uttan broyting av skapi...........................................3.000,-
Hereftir pr. ferð..............................................................1.000,-
Rætting av viðgerð frá øðrum viðgerðarstovum:
Fyrsta viðgerð................................................................4.000,-
hereftir pr. ferð.............................................................1.000,-
Roknast má við brúki av ymsum evnum fyri 100 til 200 krónur eyka.

Vit brúka bara ES-góðkendar litir.
* Skalt tú gera nakað við varralinjuna, so skalt tú upplýsa, um tú hevur havt krímsár, um tú hevur arr ella hevur fingið lasaraviðgerð við munnin.

Vit brúka doyvandi krem undir allari viðgerðini, so pínan er sera avmarkað.


Microblading

Microblading er tað nýggjasta nýggja innan Permanent Make Up, Microblading verður ofta valt framum Permanent Make Up til brýrnar.

Microblading ger tað møguligt, at gera nógv fínari hárstrikur, so at tað veruliga sær út sum hár.

Beinta Lassen, ið er linergistur hjá Ergo Vælveru er fyrsti føroyingur og nummar trý í danska kongaríkinum, ið hevur fingið certifikat frá heimskenda Branko Babic og Microblading Academy. 

 

Prísur:

Microblading til brýr.....................................................kr. 4.800,-

Uppfrískan innan 24 mðr frá fyrstu viðgerð..................kr.1.500,-

 Sí video hvussu Microblading verður gjørt:

 


Beauty konto

Stovna eina Beauty konto, og fá fasta gjalds avtalu : http://www.ergo.fo/home/index.asp?lg=9&w=pages&r=0&pid=181


http://www.visage-klinik.dk/files/manager/perm.makeup.pdf
meira info:
http://www.visage-klinik.dk/261-143-mere-info.htm
Les áhugaverda grein úr børn og fridtid:
http://www.visage-klinik.dk/data/images/visage.pdf
Les grein úr Ude og Hjemme:
http://www.visage-klinik.dk/262-143-tatoverede-bryn---artikel.htm
http://www.visage-klinik.dk/data/images/pdf/perm.makeup.pdf


Bílegg tíð online á ergo.fo ella ring 315 777 / 515 777  Gjaldsavtala fæst eftir avtalu

ergo.fo • J. C. Svabosgøta 6 • FO-100 Tórshavn • Tel: 315 777 • Fax: 315 772 • ergo@ergo.fo • V-tal: 513458

Gjaldast kann við: